Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyavinur: – Hvørja ferð Norrøna nærkast Havnini slær hjartað títtari

Fyri Jiří Sedlák, sum er ættaður úr Kekkia, er Føroyar hansara annað heim. Hann vitjar javnan í Føroyum, og hevur enntá havt ætlanir at flyta til Føroya, tí hvørja ferð hann er komin aftur til Kekkia, so gongur tað ikki meira enn eitt hálvt ár, so kennir hann á sær, hvussu nógv hann leingist heim aftur til Føroya

– Kona mín og eg ferðaðust í Danmark fyri nøkrum árum síðan. Tá ið vit vóru í Hirtshals, sóu vit eitt stórt skip sigla í havsbrúnni. Tað var Norrøna. Eg var áhugaður í, hvar hon fór, og soleiðis byrjaði mín áhugi fyri Føroyum. Í 2015 fór eg og 13 ára gamli sonur mín á ferð við motorsúkklu longu leiðina til Føroya við Norrønu. Vit vóru í Klaksvík og í Norðuroyggjum í tvær vikur, og tá vit fóru avstað, so var ein partur av minum hjarta verandi eftir á oyggjunum.

Tað sigur føroyavinurin og kekkin Jiří Sedlák, sum javnan vitjar í Føroyum – ofta í tveir mánaðar í senn, onkuntíð longur enn tað, tá hann vitjar oyggjarnar og býr hjá vinum í Klaksvík, sum hann hevur fingið av at ferðast í Føroyum.

– Um summarið arbeiði eg í Kekkia í ferðavinnuni sum pólskur týðari. Kona mín er pólsk. Hetta ber við sær, at eg fyrst vitji Føroyar um veturin. Men mær dámar veruliga veturin á oyggjunum, og kona mín og eg hava enntá umhugsað leingi at flyta til Føroya, keypa hús og finna okkum arbeiði, men tá tað kom til stykkis, so gjørdist hetta ikki veruleiki – í fyrsta umfari, greiðir føroyavinurin úr Kekkia frá.

Jiří Sedlák greiðir frá, at hann kennir seg hepnan, at tey eiga so nógvar góðar vinir og kenningar í Føroyum. Hann er sjálvstøðugur vinnurekandi, umframt ferðafólkaleiðari og týðari í Prag.

– Vit hava føroyskar vinir og eisini vinir í Føroyum, ið eru ættaði úr Póllandi og Slovakia, sum vit í Kekkia hava eina felags fortíð saman við í Kekkoslovakia, sigur Jiří.

Fann føroysk vinfólk í svimjihøllini í Klaksvík
Hóast Jiří er kekki, so hevur hann sett seg væl inn í føroysk viðurskifti og føroyska málið. Hann sigur seg vera ein forvitin maður, ið er áhugaður í øllum. Tá hann er í Føroyum fer hann onkuntíð í kirkju, og hevur eisini roynt at læra seg nøkur føroysk kvæði, tá hann dansar føroyskan dans í Klaksvíkar dansifelag. Og tá Jiří er í Føroyum, roynir hann at vitja nógv støð og tosa við bygdafólk á staðnum, sum honum dámar væl.

Men tað var í svimjihøllini í Klaksvík, har Jiří hevur fingið nógvar føroyskar vinir.

Les eisini...  Richard B. Thomsen letur deild upp í Tórshavn

– Eg havi vitjað nógv í Klaksvík, og havi gjørt mær til ein vana at svimja har næstan hvønn dag. Tað var eisini har, at eg hitti mínar fyrstu føroysku vinir. Tá ið tú nýtir nógva tíð við fólk í svimjihyli, sauna, hitapotti, so koma vinaløg í lag fyrr ella seinni. Hóast mítt føroyska mál tíverri ikki er gott, so royni eg altíð at tosa føroyskt. Eg skilji, um fólk halda, at tað má vera trupult at lurta eftir mær og skilja meg, men eg havi so stóra virðing fyri øllum teimum, ið geva sær stundir til at tosa við meg. Hetta eri eg sera takksamur fyri, sigur Jiří Sedlák, ið til dagliga býr í kekkiska høvuðsstaðnum, Prag.

Longsulin til Føroya
Jiří Sedlák letur onga iva vera um, at hann sær Føroyar sum sítt annað heim. Hann dugir ikki ordiliga at seta orð á hví, men tað hendi okkurt við honum og tilknýti til Føroyar á fyrstu ferðini til Føroya í 2015, tá ein partur av hansara hjarta varð verandi eftir í Føroyum.

– Føroyar koma undir húðina á tær. Hví tað er so, tað veit eg ikki, men eftir einum hálvum ári heima í Kekkia, eftir at eg havi vitjað í Føroyum, havi eg ein sera sterkan heimlongsul til Føroya. Hvørja ferð Norrøna nærkast Havnini, so slær mítt hjarta títtari. Eg haldi, at hetta er ólekjandi. Fyri meg er Føroyar stormur í vindi, myrkir vetrardagar, nógv regn, myrkt hav, skerpikjøt, føroyskur tónleikur, fantastiskt fólk, ísur á vegnum um veturin, einsemi í fjøllinum, seyðir og lortur á gøtunum ymsastaðnis. Hetta er rætt og slætt ein vakurleiki í sær sjálvum, og so sakni eg útsýnið til Fugloynna av Viðareiði. Mær dámar alt hetta, sigur føroyavinurin úr Kekkia.

Munurin millum Kekkia og Føroyar
Tá Jiří Sedlák nú hevur fingið eitt so gott innlit í føroyska samfelagið og málið, so er freistandi at spyrja, hvørjar líkheitir og munir eru á Føroyum og Kekka, tí tað kann ofta vera áhugavert at hoyra útlendsk sjónarmið um føroyska samfelagið, og fólkið, ið her býr.

– Litirnir eru øðrvísi. Vit dáma til dømis litríkar barnavognar í Kekkia, men í Føroyum tykist tað at vera nógvir myrkir og svartir barnavognar, og tað er generelt galdandi fyri litir í Føroyum – tó ikki húsini – at litirnir eru meira myrkir í Føroyum, greiðir hann frá.

Les eisini...  Tíðindir á FM1 kl 17 týsdag

Men í høvuðsheitum, so setir Jiří teir grovum munirnar upp í móti hvørjum øðrum; at í Kekkia eru meginparturin av fólkinum ateistar, tað er millum londini við flestum ateistum í heiminum, Kekkia hevur liberalar lógir, ið bera við sær, at ein eitt nú hevur lov til at bera vápn.

– Men eg haldi, at tað er stórur munur í vanum og hugburði. Men kekkar hava eisini eitt sera øðrvísi samband við havið, enn føroyingar hava. Fyri okkum, er havið bert eitt stað fyri summargleði í frítíðini, sigur hann.

Tó hevur Jiří stóra virðing fyri føroysku traditiónunum, og at føroyingar hava eina serliga dygd til at njóta at liva í friði, har børnini eru í hásæti, vinsemi millum fólk og eitt funktionelt fólkaræði.

– Reystleikin hjá føroyingum í dagligdegnum og hvussu tit arbeiða, er undranvert. Tak til dømis tey, ið arbeiða í Barentshavinum á einum trolari, sum serliga kann vera ein avbjóðing um veturin. Í Kekkia kunnu vit ikki ímynda okkum nakað líknandi. Tað almenna ger eisini stórar íløgur í Føroyum – til skúlar, tunlar, almennir bygningar, íløgur til ítrótt og so nógv meira. Tað kundu vit lært nakað av her í Kekkia, sigur hann.

Jiří Sedlák sigur seg hyggja eftir føroyskum sjónvarpi og lurtar eftir útvarpinum. Hann tosar ofta við sínar føroysku vinir, og hoyr frá teimum, hvat tey halda kundi verið betur í Føroyum.

– Nú eri ikki føroyingur, so eg skal ansa eftir, hvat eg sigi, men lat meg siga tað soleiðis, eg eri ikki góðtrúgvin og fylgi veruleikanum í Føroyum. Føroyingar skulu gera meira vart við seg, tá okkurt órætt fer fram. Eg havi búð í Prag í 52 ár, og havi arbeitt í ferðavinnuni her í meira enn 20 ár. Tað er ótrúligt, at miðbýurin í Prag verður gjørdir til eitt stórt spælipláss hjá ferðafólki, eins og Disneyland í París. Tann søguligi miðbýurin í Havn er í vanda fyri enda sum Prag, har lív er í, men hetta eru ikki føroyingar. Tað harmar meg, at søguligi býlingurin úti á Reyni er doyggjandi. Tað koma fleiri og fleiri ferðafólk til Føroya, men tit mugu vera varin við hesum, at tað ikki gongur útyvir tykkara søguligu støð, slær Jiří fast.

Les eisini...  Limirnir fáa verkfalsløn í verkfalstíðini

Men hann sigur samstundis, at kekkar heldur ikki eru tey, sum rópa mest, tá okkurt órættvíst fer fram.

– Í Fraklandi høvdu bilar brent á gøtunum, um politikkarar tóku eina skeiva ella ringa avger, meðan vit í Kekkia bert gremja okkum uttan at gera nakað við tað. Vit vilja heldur drekka øl og gremjast. Eg hoyri eisini ofta frá ferðafólkum úr øðrum londum, at vit lata okkum illa í her í Kekkia, sigur Jiří við einum smíli.

Fer at hyggja eftir dystinum millum Kekkia og Føroyar
Í kvøld klokkan 17 er landsdystur millum Kekkia og Føroyar, ið verður spældur í kekkiska býnum, har pilsnar-ølin kemur frá, Plzen.

Jiří Sedlák sigur, at hann hevur fingið vitjan úr Føroyum í samband við landsdystin.

– Eg havi fingið vitjan úr Klaksvík, og vit fara at hyggja eftir dystinum í Plzen. Tað verður frálíkt, sigur hann.

Fyrstu ferð, at Føroyar og Kekkia spældi móti hvørjum øðrum, varð ein grein skrivað um Jiří og sambandið til Føroya í kekkiskum blaði. Hann minnist aftur á tað sum eina stuttliga uppliving.

– Ein skrivari frá einum ítróttarblaði gjørdi samrøðu við meg um Føroyar, serliga um fótbólt. Eg eri ongin stórur fótbóltsfjeppari, skal eg líka heilsa og siga. Men eg búði tá í einari lítlari bygd nær við Plzen og skrivarin kom heim til mín. Eg sá sjálvandi landsdystin tá, men samrøðan umrøddi fyrst og fremst Føroyar sum land. Journalisturin lærdi sera lítið um Føroyskan fótbólt tann dagin, sigur hann við einum smíli.

Og nú dysturin verður leiktur í býnum, har pilsnar-ølin kemur frá, so er tað sjálvandi freistandi at spyrja, hvørjar ølir smakka best? Tær kekkisku ella tær føroysku?

– Eg komi úr eini øl familju. Pápi mín arbeiddi á einum bryggjaríið í mong ár. Men svarið er einfalt. Mær dámar betur okkara pilsnar. Tó so, so dámar mær væl at drekka eina jólabryggj frá Føroya Bjór, tá jóladagarnir nærkast, sigur føroyavinurin og kekkin, Jiří Sedlák.

Samrøðan millum Jiří Sedlák og FM1 er gjørd av Jónasi Ákason.