Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias fekk ein hvøkk: Fekk boð um at sita til borðs við teimum kongaligu

Føroyingurin Andrias Blaasværd visti tað ikki, men beint sum hann skuldi finna sær sítt borð til føðingardagin hjá Christiani prinsi, fekk hann at vita, at hann skuldi sita til borðs saman við drotningini, Christian prinsi og norska trónuarvingin

Fyri 24 ára gamla Andrias Blaasvær, sum til dagliga býr í Keypmannahavn, gjørdist sunnudagurin eitt sindur meira áhugaverdur, tá hann var boðin í 18 ára føðingardag hjá Christian prinsi í Riddarasalinum á Christiansborg.

Umframt Andrias Haraldsson Blaasvær, so vóru eisini Emma Bech Christiansen, Andrias Garðsá, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Astrið Nanly Breckmann eisini við í føðingardegnum sunnudagin, sum partur av føroysku umboðunum til føðingardagin.

Men kvøldið skuldi vísa seg at blíva eitt sindur øðrvísi, enn Andrias hevði ímyndað sær, tá hann fekk hesi boðini, tá hann kom til føðingardagin:

“Tú skalt sita til borðs saman við føðingardagsbarninum og Margretu drotning.”

– Tað var eitt fantastiskt upplivilsi – eitt upplivilsi fyri lívið. Men eg fekk altso ein hvøkk, tá eg fekk at vita, at eg skuldi sita har. Vit høvdu einki fingið at vita áðrenn. Eg fekk tað ikki at vita, fyrr enn beint áðrenn vit skuldu fara til borðs, greiðir Andrias frá fyri Ekstra Blaðnum.

Andrias fekk at vita, at gjørdist hann ov fjálturstungin av at sita til borðs við teimum kongaligu, so skuldi hann bara tosa við fólk frá hovinum, sum stóðu har nærhendis, greiðir hann frá.

Greinin heldur fram undir myndini

(Andrias Haraldsson Blaasvær við sínari violin – Mynd: Finnur Justinussen)

Tosaði eitt sindur við prinsin og drotningina
Men ikki nokk við tað, at Andrias skuldi sita nær við drotningina, so skuldi hann, umframt at sita við sama borð sum Christian prinsi, eisini sita saman við norska trónuarvinginum, prinsessu Ingrid Alexandru, sum fer at gerast drotning av Norra ein dag.

Les eisini...  Bára er nøgd við avrkið

– Vit prátaðu við borðið, men tað var torført at hava samrøðu við hvønn einstakan. Eg tosaði eitt sindur við drotningina. Tá eg tosaði við danska mentamálaráðharran (Jacob Engel-Schmidt, jour.), ið eisini sat við borðið, hvussu tað er at spæla violin og tónleik, so spurdi drotningin eisini eitt sindur um tað. Men hon lurtaði meira. Hon var kanska eitt sindur troytt, greiðir Andrias frá.

Hann var eitt sindur bilsin yvir, hvussu lættur tónin var við borðið.

– Eg roknaði við, at tað fór at vera eitt sindur stívt, enn tað faktiskt var. Tað var avslappaður stemningur. Prinsurin var vinarligur og aksepterandi, um kurteisisreglurnar ikki vóru 100 prosent allatíðina.

Einki eygnasamband
Andrias Haraldsson Blaasvær greiðir tó frá, at tað var eitt blómutyssi í vegin millum hann og 18 ára gamla føðingardagsbarnið.

– Eg hevði einki eygnasamband við hann yvirhøvur. Har var eitt stórt blómutyssi mitt á borðinum, so eg hevði eitt sindur torført við at avlesa, hvat hann helt um tað heila, sigur Andrias, sum eisini spældi violin, tá Margreta drotning feiraði sítt 50 ára hátíðarhald sum drotning í byrjanini av 2023.

Hann sigur við miðilin, at hann tosaði við nógv á veitsluni, men at hann ikki visti, hvør øll tey kongaligu eru.

– Eg veit ikki um tey, eg tosaði við, vóru kongalig ella ikki, men kendi tó Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessuna. Tey bæði kundi eg kenna aftur, sigur Andrias Haraldsson Blaasvær við Ekstra Blaðið.

200 ung fólk í danska ríkinum vóru boðin við til 18 ára føðingardagsveitsluna hjá Christian prinsi.