Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tekstari fekk boðini nýggjársaftan at broyta tekstin til røðuna hjá drotningini

Undirteksturin til nýggjársrøðuna hjá Margretu drotning varð skrivaður fríggjadagin 29. desember. Nýggjársaftan fekk tekstarin hjá DR eitt bræv við nýggjum upplýsingum, sum vóru í trúnaði

Tað vóru fleiri, ið fingu ein hvøkk gamlaárskvøld, tá Margreta drotning kunngjørdi, at hon tann 14. januar letur trónuna víðari til sín elsta son, Fríðrik krúnprins.

Og tað letur til, at hesi tíðindi vórðu hildin loynilig fyri miðlunum inntil nýggjársrøðuna hjá drotningini.

Men eitt starvsfólk hjá Danmarks Radio visti um boðini, áðrenn drotningin kunngjørdi, at hon fer at lata trónuna frá sær. Peter Bjerre Rosa er tekstari hjá DR, og hann skrivaði undirtekstirnar til røðuna hjá Margretu drotning, ið varð hildin nýggjársaftan, skrivar Journalisten.

Í einum sms-boðum til Ekstra Blaðið greiðir hann frá, at hann fekk nýggjársøðuna seinnapartin fríggjadagin tann 29. desember.

– Tá vóru stóru tíðindini ikki við í røðuni, skrivar hann til Ekstra Blaðið.

Fyrrapartin sunnudagin, tann 31. desember, fekk hann at vita, at røðan fór at verða broytt, men ikki fyrr enn klokkan 16.30 nýggjársaftan fekk hann ein brævbjálva, har tað stóð “í trúnaði” á. Í brævbjálvanum var brævið, har endaliga røðan kundi lesast, og sum hann skuldi broyta undirtekstin til.

Í hálvan annan tíma visti tekstarin hjá DR um stóru tíðindini, ið drotningin fór at kunngera í sínari røðu, men hann segði einki um loynidómin, hóast fleiri tíðindafólk vildu hava at vita, hvat stóð í brævinum, sum hann hevði fingið hálvan annan tíma undan sjálvari røðuni, greiðir Peter Bjerre Rosa frá fyri Ekstra Blaðnum.