Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimm umsóknir til virkandi rektarastarvið á Kambsdali

Talan er um fyribils starv fyri Honnu Jensen, ið er í løgtinginum

Søkt hevur verið eftir fyribils virkandi rektara til Miðnámsskúlanum á Kambsdali fyri Honnu Jensen, ið er í løgtinginum.

Nú umsóknarfreistin er farin – tann 15. oktober – er greitt, at fimm umsóknir eru til starvið.

Tað skrivar Kringvarpið.

Starvið sum virkandi rektari á Miðnámi á Kambsdali verður sett fram til 1.august 2025, men við møguligari leingjan eftir hetta, sum er eitt skúlaár í senn.

Ein setanarnevnd, ið ikki er sett enn, skal viðgera umsóknirnar, skrivar Kringvarpið.

Starvið er flokkað samsvarandi 38. Lønarflokki, sambært Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 58.806,13 krónur um mánaðin umframt 15 prosent í eftirløn.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga samanlagt gott 500 næmingar. Skúlin bjóðar út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt, serbreyt og FHS á Kambsdali og Fyrireikingarbreyt í Klaksvík.