Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áland leggur Russland undir at blanda seg í løgtingsvalið

Sunnudagin var val til álendska Løgtingið, men á valkvøldinum var stórt telduálop framt móti tveimum miðlum í Álandi

Sunnudagin var løgtingsval í sjálvstýrandi finska oyggjabólkinum Álandi, men í avgerandi løtuni varð eitt stórt telduálop framt móti miðlunum Ålandstidningen og útvarps- og sjónvarpsstøðini í Álandi. Harvið vóru tveir út av trimum miðlum í Álandi fyri telduálopi, har bæði heimasíða og aðrar funktiónir brádliga ikki riggaðu.

Tað skrivar finska Hufvudstadsbladet.

Ábyrgdarblaðstjórin fyri Ålandstidningen, Daniel Dahlén, heldur, at tað er Russland, sum hevur blandað seg í valið í Álandi sunnudagin.

– Eg havi arbeitt innan telesamskifti, so eg eri ógviliga varugur við, hvar hesi álopini komu frá. Tað er bara eitt stað, og tað er nábúgvin í eystri, sigur hann við Hufvudstadsbladet.

Áland var eisini fyri stórum telduálopi í 2017, tá tað eydnaðist teldusníkum at leggja alla atgongd til alnótina lamið eina góða løtu.

Seinastu tíðina hava verið nógv telduálop móti álendskum heimasíðum, sum millum annað hevur við kritiska infrakervið at gera. Russiski teldusníkabólkurin No Name hevur tikið sær ábyrgdina av fleiri av hesum álopum, skrivar Hufvudstadsbladet.