Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innflutningurin minkaður við 586 milliónum seinasta árið

Fyrstu átta mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,77 milliardir krónur. Sama tíðarskeið í fjør bleiv innflutt fyri 8,36 milliardir krónur

Innflutningurin fyri fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,77 milliardir krónur. Hetta er sjey prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022, tá innflutt var fyri 8,32 milliardir krónur. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.228,6 milliónir krónur fyrstu átta mánaðirnar av 2023. Hetta er 344 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum “rávøra til fiskavirking” (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192,2 milliónir krónur meira, sum er 38,3 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 106,4 milliónir krónur, ella 20,8 prosent.

Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar

Januar – august 2022/2023

 januar – augustmunur
 20222023mió. kr.%
Tilsamans8.358,87.772,7-586,0-7,0
Tilsamans uttan skip og flogfør7.200,26.960,9-239,3-3,3
Til hav- og landbúnað511,6618,0106,420,8
Rávøra til fiskavirking502,0694,3192,238,3
Til byggivirki657,7611,5-46,2-7,0
Til aðra framleiðslu1.607,81.500,3-107,5-6,7
Maskinur o.o. útgerð711,0616,7-94,3-13,3
Brennievni o.t.1.572,61.228,6-344,0-21,9
Bilar o.o. flutningsfør365,8370,14,31,2
Til beinleiðis nýtslu1.271,71.321,549,73,9
Skip, flogfør o.t.1.158,5811,8-346,7-29,9
Kelda: Hagstova Føroya