Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prísirnir eru hækkaðir 2,6 prosent seinasta árið

Prísirnir eru samanlagt hækkaðir 2,6 prosent frá februar í 2023 til februar í 2024, men bólkurin “býli” er hækkaður við 7,9 prosent seinasta árið. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, skrivar Hagstovan

Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til býliskeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum hava eisini størst ávirkan á brúkaraprístalið hesa ferð.

– Tað er størstur prísvøkstur í bólkinum ‘býli‘. Tað eru rentuhækkingarnar, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Fjarhitin er dýrkaður, og elprísurin er eisini hækkaður, skrivar Hagstovan.

Verður hugt eftir bólkinum ”býli” av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum, so er hesin bólkurin vaksin við 7,9 prosentum frá februar í fjør til februar í ár.

Brúkaraprístalið fyri teir 12 høvuðsbólkarnar

februarmunur
 20232024vísital%
Brúkaraprístalið139,3143,03,62,6
Matur og drykkjuvørur154,6160,96,34,0
Rúsdrekka og tubbak158,1162,74,62,9
Klædnavørur og fótbúnaður107,6107,4-0,3-0,3
Býli144,1155,411,37,9
Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð106,0104,8-1,1-1,1
Heilsa125,7127,31,61,3
Flutningur156,5152,2-4,3-2,7
Samskifti90,993,32,42,6
Frítíð og mentan119,5125,05,64,7
Útbúgving123,2129,56,35,1
Hotel og matveitarar163,3161,7-1,6-1,0
Ymiskar vørur og tænastur153,1156,73,72,4
Kelda: Hagstova Føroya

Rentuhækkingar stóra ávirkan á prístalið
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan átta prosent frá februar 2023 til februar 2024.

– Tað er vorðið alsamt dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar umleið 45 prosent frá februar 2023 til februar 2024, skrivar Hagstovan.

Úr lítlum til stóran prísvøkstur
Eftir fleiri ár við lítlum og støðugum prísvøkstri í Føroyum, so byrjaðu prísirnir at hækka í 2021 í kjalarvørrinum á koronufarsóttini. Enn eyðsýntari var prísvøksturin í 2022 eftir russisku innrásina í Ukraina.

Les eisini...  Arbeiðsfjøldin minkað eitt vet

– Seinastu trý árini, frá februar í 2021 til februar í 2024, hevur prísvøksturin verið 16 prosent. Sostatt er tað nú 16 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa somu vørur og tænastur, enn tað var í februar 2021, skrivar Hagstovan.

Hagstovan skrivar víðari, at í umleið fýra ár undan koronufarsóttini var árligi prísvøksturin millum eitt og tvey prosent í Føroyum eins og flestu londunum í Evropa, meðan mest sum eingin prísvøkstur var meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á.