Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sandoyartunnilin letur upp á stytsta degi

Prísurin fyri at koyra í Sandoyartunlinum verður tann sami sum fyri at koyra í Eysturoyartunlinum

Nú líður so mikið væl við Sandoyartunlinum, at nú er dato sett á, tá tunnilin letur upp.

Sandoyartunnilin letur upp tann 21. desember í ár.

Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlar, fyri Kringvarpinum.

Hann sigur eisini, at prísurin verður tann sami, sum hann er fyri at koyra í Eysturoyartunlinum.

Tó er ein lítil óvissa við at lata upp tann 21. desember.

– Mestsum alt el-arbeiðið er liðugt, men tað verður arbeitt víðari við tí. Og so skulu vit gera eina stóra venjing, har allar trygdarskipanir í tunlinum skulu roynast av, sigur Teitur Samuelsen við Kringvarpið.

Prísurin fyri at gera Sandoyartunnilin liggur umleið á sama støði sum Eysturoyartunnilin, sum samlað kosta 2,6 milliardir krónur at gera.