Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rendi á listarverkið í Eysturoyartunlinum

Bilførari fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar

Beint eftir klokkan hálvgum tólv í dag rendi ein bilur beint inn í rundkoyringina í Eysturoyartunlinum, har listarverkið hjá Tróndi Patursson stendur.

– Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, men var við vit, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Ikki er greitt, hví bilurin rendi frontalt á rundkoyringina í Eysturoyartunlinum, men bilurin, umframt listarverkið, hevur fingið nakað av skaða, men hvussu stóran skaða veit løgreglan ikki.

Í samband við bilóhappið, so var tunnilin stongdur eina lítla løtu.

Tróndur Patursson hevur skorið umleið 80 metrar av stáli til listarverkið, sum prýðir rundkoyringina í Eysturoyartunlinum. Listarverkið myndar fólk, ið dansa føroyskan dans, og er vorðið eitt monument, sum eisini hevur vakt stóran ans uttanlands.