Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í dag er verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hert enn meira

Hesa ferð er tað skurðdeildin á Suðuroyar sjúkrahús

Í morgun fór skurðdeildin á Suðuroyar sjúkrahúsi eisini í verkfall.

Nú fevnir verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á 40 deildum á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Tað var tann 2. oktober, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall, og so við og við er verkfallið alsamt víðkað.

Larmandi tøgn úr Fíggjarmálaráðnum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivar, at felagið hevur tikið ábyrgd í hesum tíðarskeiðnum, meðan felagið hevur verið í verkfall, og givið tey undantøk, ið skulu til fyri, at lív ikki verða sett í vága. 

– Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Víðari skrivar felagið, at:

– Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er.

Verkfallið er nú fevnt um:

Landssjúkrahúsið
Seingjardeild A2
Seingjardeild A3
Seingjardeild B5
Seingjardeild B6
Seingjardeild B8
Seingjardeild G1
Seingjardeild G4
Seingjardeild P40PA
Seingjardeild P40PI
Skurðdeildin
Skaðastovan
Dagskurð
Viðrakning
Ortopediskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Mammae ambulatorium
Parenkym ambulatorium
Gynækologiskt ambulatorium
Sár ambulatorium
Klin/Fys ambulatorium
Húð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologiskt ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Neurologiskt ambulatorium

Klaksvíkar Sjúkrahús
Seingjardeild KS3
Skurðdeildin
Skaðastovan
Almen kirurgiskt ambulatorium
Ortopædiskt ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Svøvn ambulatorium

Suðuroyar Sjúkrahús
Seingjardeildin
Skurðdeildin
Skaðastovan
Pínuklikkin
Kardiologiskt ambulatorium
Skaða ambulatorium