Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Almennur fyrilestur í november um ung og rúsevnir

Mánakvøldið 20. november klokkan 19 verður almennur fyrilestur á Glasi um ung og rúsevnir

Tá fer danski serfrøðingurin á økinum, Christopher Schmitz, at greiða frá, hvussu hassj kann ávirka ung og lívsleið teirra.

Fyrilesturin er partur av tiltakinum “Ung & Hassj 2023”, sum Rúsráðgevingin við Menu Joensen skipar fyri í samstarvi við lestrarvegleiðingina á Glasi, Tórshavnar Kommunu og ADHD-felagið.

Endamálið við tiltakinum og fyrilestrunum er at økja vitanina um, hvussu hassjnýtsla og -missnýtsla kann ávirka trivna, læring og kognitivu førleikarnar hjá teim ungu. Hetta hevur aftur avleiðingar hjá tí einstaka fyri uppmøting í skúlahøpi, sálarligu heilsuna og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin sum vaksin.

Júst tí er tað sera umráðandi at fyribyrja, at ung byrja at roykja hassj, og í øðrum lagi at fáa tey at halda uppat við at gera tað, sigur Mena Joensen, rúsráðgevi og stigtakari.

Umframt almenna fyrilesturin 20. novembur á Glasi, fer Christopher Schmitz at halda fyrilestrar fyri næmingum í framhaldsdeild og á miðnámi, m.a. á Glasi týsdagin 21. november. Hann fer eisini at halda fyrilestur fyri fakfólki.

Christopher Schmitz hevur drúgvar royndir sum rúsevnisviðgeri og -undirvísari. Hann hevur skrivað tvær viðurkendar bøkur um hassj, og javnan verður heitt á hann frá donsku politisku skipanini at greina hassjtrupulleikan í Danmark.

Christopher Schmitz fer at leggja fram nýggjastu granskingina um avleiðingarnar av regluligari hassjnýtslu. Eisini fer hann at greiða frá sínum drúgvu, praktisku royndum við arbeiðsháttum at fyribyrja og basa hesum.

Fyrilesturin er umleið ein tíma. Aftaná verður kjak, har tað ber til at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis.