Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HINT kemur út á føroyskum

HINT er upprunaliga eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017

Nú kunnu vit endiliga avdúka, at eitt spildurnýtt samveruspæl kemur út á føroyskum fyrst í novembur 2023. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017. Nýggja føroyska útgávan er ment og framleidd av Hugnaløtum, sum eisini gav Bezzerwizzer á føroyskum út í 2022. Hetta er gjørt í tøttum samstarvið við Bezzerwizzer Studio í Danmark, sum upprunaliga eigur konseptið. Alt innihald í spælinum er ment av nýggjum av Hugnaløtum, tó við nakað av íblástri frá donsku útgávuni, so føroyska spælið hevur ikki sama innihald sum danska útgávan.

Um HINT
Í HINT ræður tað um at geva tínum viðspælarum ábending um, hvat ið TÚ veitst. Ábendingin kann gerast við at tosa, tekna, herma ella murra. Hesar uppgávurnar eru orðaðar á hvørjum kortið sær. Tess betur tit duga at gera ábendingar, tess skjótari flyta tit fram á spæliplátuni. Men verið varin við bara at gita vilt, tí tað er altíð okkurt, sum tit ikki mugu gita! Liðini skiftast at eiga tørn, og tað liðið, sum kemur fyrst á mál, hevur vunnið.

HINT er gjørt til 4 leikarar ella fleiri og vit viðmæla, at ein aldur á 15 ár og eldri, er mest hóskandi. Tó kunnu yngri eisini spæla við, uttan stórvegis trupulleikar. HINT inniheldur 450 føroysk kort, so tað eru nógvir tímar av stuttleika í spælinum.

Fleiri spurningar til Bezzerwizzer
Eisini kunnu vit avdúka, at vit útgeva fýra smærri spurnaspøl, sum kallast Bezzerwizzer Bricks. Talan er um fýra spildurnýggj spurnaspøl, har evnini eru hesi: “Føroyskur tónleikur”, “føroyskur fótbóltur”, “føroysk skipasøga” og “nær var tað?”. Við í hvørjari eskju er ein evnisprikkur til Bezzerwizzer, 60 spurningar, 60 svar og 60 serupplýsingar um svarini. Bezzerwizzer Bricks spølini kunnu spælast sum einstøk spurnaspøl, men vit viðmæla at hetta verður brúkt saman við Bezzerwizzer, fyri at hava eina longri livitíð og fyri at gera Bezzerwizzer spælið enn betri.

Les eisini...  Eitt ár í Føroyum - Une Année Feroïenne

Søgan aftanfyri øll spølini
Hugnaløtur og Bezzerwizzer Studio gjørdu í januar 2022 avtalu um, at Hugnaløtur kundi geva út øll teirra spøl í føroyskari útgávu. Bezzerwizzer á føroyskum varð byrjanin av hesum samstarvinum, og tað gjørdist skjótt greitt, at næsta borðspælið sum skuldi framleiðast á føroyskum skuldi verða HINT. Hetta arbeiði tók umleið 6 mánaðir og mitt í juni 2023, varð nýggja føroyska HINT spælið liðugt og klárt at framleiða. Samstundis sum HINT bleiv ment, komu nógvir fyrispurningar um at fáa fleiri spurningar til Bezzerwizzer. Tískil valdu vit at fara í gongd við at gera fýra ymiskar Bezzerwizzer Bricks eskjur eisini. Hetta tók eini 4 mánaðir og varð klárt til framleiðslu síðst í mai 2023.

Bílegging
Tað er longu møguligt at bíleggja HINT og øll fýra Bezzerwizzer Bricks spølini á nethandlinum hugnalotur.fo. Tó koma spølini ikki til Føroya fyrr enn fyrst í novembur mánað. Tey, sum velja at bíleggja HINT ella Bezzerwizzer Bricks í góðari tíð, fáa spælið borið út til dyrnar, áðrenn tað kemur í sølubúðirnar, og tað er galdandi kring alt landið. Til ber eisini at heinta spælið í Fuglafirði. 

Framtíðin
Hugnaløtur heldur fram við at menna og útgeva spøl á føroyskum, so leingi áhugin er til staðar, at keypa og spæla spølini. Ætlanin er, at geva minst eitt føroyskt spæl út um árið, tó helst tvey ella fleiri.