Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður tikin fyri innbrot og stuldur í Havnini

Grundlógaravhoyring er í Føroya rætti í dag klokkan tíggju

Seinastu tíðina hava tað verið nógv innbrot og nakað av stuldri ymsastaðni í Havn. Í gjár handtók løgreglan ein mann, sum er skuldsettur fyri innbrot og stuldur.

Hvussu nógv mál, sum maðurin er skuldsettur fyri, vil løgreglan ikki siga so nógv um í løtuni, nú málið skal fyri Føroya rætt. Vaktleiðarin á løgreglustøðini vil heldur ikki siga, hvussu gamal maðurin er, men talan er um ein vaksnan mann.

Maðurin skal í Føroya rætt í dag klokkan tíggju, har tað verður grundlógaravhoyring. Føroya Politi ynskir at fáa mannin varðhaldsfongslaðan. Hetta, so løgreglan kann kanna málið nærri, fyri at finna útav, hvussu nógv mál, sum hann – og møguliga onnur eisini – hava verið atvoldin til.