Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dysturin millum Belgia og Svøríki skal ikki spælast liðugur

EM-undankappingadysturin millum Belgia og Svøríki, sum varð avbrotin mánakvøldið eftir dráp av tveimum svenskum áskoðarum í yvirgangsálopi, skal ikki spælast liðugur. UEFA forbjóðar eisini altjóða dystir í Ísrael

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur gjørt úrskurð í tveimum málum, sum hava verið fyri hesa og í seinastu viku.

UEFA hevur avgjørt, at EM-undankappingadysturin millum Belgia og Svøríki, sum varð avbrotin mánakvøldið eftir dráp av tveimum svenskum áskoðarum í yvirgangsálopi í Brússel, skal ikki spælast liðugur.

– Aðalstjórnin noteraði, at tað var ómøguligt at spæla dystin lidnan dagin eftir. Hetta, tí bæði belgiska og svenska fótbóltssambandið góvu til kennar, at londini bæði ynsktu ikki at spæla dystin lidnan, og heittu á UEFA um at umhugsa hálvleiksstøðuna, sum var 1-1 til at verða endaliga úrslitið av dystinum, skrivar UEFA í tíðindaskrivi.

Nú hevur aðalstjórnin hjá UEFA tikið avger, at dysturin skal ikki spælast liðugur, og harvið verður hálvleiksstøðan at verða endaliga úrslitið av dystinum.

Forbjóðar altjóða dystir í Ísrael
Av trygdarávum skulu altjóða dystir fyribils ikki spælast í Ísrael

Tað hevur aðalstjórnin hjá UEFA eisini avgjørt í vikuni.

Orsøkin er kríggið millum Ísrael og yvirgangsfelagsskapin Hamas.

Tað merkir, at Ísrael ikki skal spæla sínar tveir heimadystir í EM-undankappingini, sum skuldu verið spældir í Ísrael hendan og næsta mánað.

Eisini eru evropeisku dystirnir hjá Maccabi Haifa og Maccabi Tel Aviv fyribils útsettir.