Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stór stuðulsskrúðgonga fyri Palestina í Keypmannahavn

Hesar seinasta dagarnir hava vit valla kunna lisið nakran tíðindaportal, uttan at hava hoyrt um Ísrael og Palestina. Tað er nú ikki so løgið. Í dag er stuðulsskrúgonga á Nørrebro í Keypmannahavn

“Stuðla palestinenska bardaganum fyri frælsi, rættvísti og sjálvsavgerðarrætti!” ljóðar tað frá samskiparunum í dagsins stuðulsskrúðgongu á Nørrebro.

Nærum 3.000 fólk hava sagt á Facebook, at tey luttaka til hetta tiltakið.

Í Danmark tykist kjakið um kríggið millum Palestina og Ísrael verða øgiliga “antin-eller”. Antin heldur tú við Palestina og fordømur Ísrael. Ella ert tú stuðul hjá Ísrael og fordømur Palestina. Leiðandi partar í danska fólkatinginium roynir at gera alt sítt fyri, at stuðla báðum pørtum, men samstundis at fordøma summar av teirra atsóknum.

Í løtuni er ein sokallað stuðulsskrúðgonga fyri palestinensarar í gongd í Keypmannahavn, á Den Røde Plads á Nørrebro. Leiðin gongin inn til Christiansborg, siga samskiparar við fjølmiðlafólk hjá eitt nú DR.

Samskipararnir av skrúðgonguni eru millum annað De Palæstinenside Forerninger i København, Palæstinensisk Kulturinstitut og harafturat Studerende mod Besættelsen.