Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FIFA sýtti honum at spæla landsdyst

FIFA legði stein oman á byrðu hjá tilafturskomna fótbóltslandinum.

Pakistan er ongin stór fótbóltstjóð, hóast har búgva okkurt um 242 milliónir fólk og tvær ferðir seinastu 6 árini hevur landið verið útihýst orsakað av politiskari uppílegging. Úrslitini hava eisini verið alt annað enn góð og tí kom tað sera væl við, at pakistanarar funnu tríggjar leikarar, sum vóru føddir í Onglandi, men høvdu pakistanskar røtur. Landsliðsvenjarin hjá Pakistan, Shahzad Anwar, mundi tískil fegnast um, at hann kundi taka Adil Nabi, Easah Suliman og Otis Khan út til landsliðshópin.

Hóast tríggjar nýggjar enskt-føddar leikarar, so hevði Pakistan ongan møguleika ímóti Mauritius, Kenya og Djibouti í einari fýralandakapping. Ilt verri gekk í kappingini um Suðurasiatiska meistaraheitið ímóti India, Kuwait og Nepal.

Tískil kom tað sera dátt við, tá FIFA tveir tímar undan HM-undankappingardystinum ímóti Cambodja tann 12. oktober sýtti 28 ára gamla Otis Khan at spæla uttan haldgóða orsøk, tó støðan er eitt sindur torgreidd og FIFA hevði givið loyvi tann 23. mai 2023.

Otis Khan er uppaldur á Fótbóltsskúlanum hjá Manchester United, men skifti til sheffield United fyri at spæla yrkisfótbólt. Longu í 2015 sendi Pakistan boð eftir honum, men hann fekk ikki innfararloyvi og varð ikki koppsettur. Síðani gingu 8 á, áðrenn Otis Khan aftur fekk landsliðsboð.

Hildið varð, at hann hevði rætt til at umboða bæði India og Pakistan, tí abbin var føddur í Bretska India, men flutti til Pakistan í 1947, tá londini fóru hvør til sítt, men FIFA roknar India sum føðiland hjá abbanum. Landið varð býtt sundur í hinduistiska India og í muslimska Pakistan, sum var í tveimum: Vesturpakistan ojg Eysturpakistan. Í 1971 gjørdist Eysturpakistan frælst ríki og nevndi seg Bangladesj.

Les eisini...  Jóhannudagar í Vági (10) - Samrøða við Jarmund Berthelsen

Undan fyrra dystinum ímóti Cambodja mátti ein ein óður og skuffaður Otis Khan hyggja frá síðulinjuni, men Pakistan, sum hevði tapt 12 undanfarnar landsdystir og lá nr. 197 av 207 londum, spældi javnleik og vann 1-0 í Islamabad fyrii at vinna seg víðari.

Óvist er við víðari lagnuni hjá Otis Khan, sum umframt at spæla fyri Sheffield United, hevur umboðað Yeovil, Mansfield, Tranmere, Walsall og Leyton Orient, áðrenn hann skifti til Grimsby Town í juli 2022 í League Two, har hann hevur skotið 3 mál í 36 dystum.