Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hin týski Jamie Vardy

32 ára gamalur áleypari fekk fyrstu minuttirnar á týska A-landsliðnum.

Enski áleyparin, Jamie Vardy, kom úr lægru deildunum, fekk landsliðsboð og vann enska meistaraheitið við Leicester. Danski René Henriksen og okkara egni Sølvi Vatnhamar eru onnur dømi um leikarar, sum kunnu blóma seinni enn aðrir.

Tann 17. oktober 2023 fekk Kevin Behrens fyrstu minuttirnar á týska A-landsliðnum, tá nýggi landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann, setti hann á vøllin í 87. minutti ímóti Mexico fyri Jamal Musiala. Dysturin endaði 2-2, men inskiftingin var merkisverd.

Kevin Behrens, sum er sterkur í luftspælinum og kann minna um Oliver Bierhoff, spældi fram til summarið 2021 í lægri týskum deildum. Hóast hann skoraði 10 mál í 24 dystum fyri eykaliðið, so fekk hann ongantíð møguleikan hjá Werder Bremen. Gongdin hjá Behrens upp gjøgnum deildirnar:

  • 2010-11: Týsku 5. deild
  • 2011-18: Týsku 4. deild
  • 2018-18: Týsku 3. deild (frásáldingardystir)
  • 2018-21: Týsku 2. deild
  • 2021-??: Bundesliga

Týska Bundesliga-felagið, Union Berlin, keypti Kevin Behrens frá SV Sandhausen og síðani kom ferð á fótbóltslívsleiðina. 16. september 2021 skoraði hann fyrsta mál í Conference League í 3-1 sigrinum á Slavia Prag og fyrsta dyst í kappingarárinum 2023-24 skoraði hann hattrikk ímóti 1. FSV Mainz (øll við høvdinum). 4. málið, sum hann hevur skorað í ár, var eisini við høvdinum!

Fá høvdu roknað við, at Kevin Behrens skuldi gerast stjørnuleikarin hjá Union Berlin, sum undan kappingarárinum keypti David Datro Fofana frá Chelsea og Kevin Volland frá Monaco, men 20. september spældi hann fyrstu ferð í Champions League, tá Union Berlin tapti 0-1 fyri Real Madrid og nú hevur hann eisini spælt á týska A-landsliðnum.