Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áskoðaramet á Old Trafford

Tann 25. mars 1939 varð áskoðarametið sett á Old Trafford.

Heili 76.962 ákoðarar savnaðust á navnframa vøllinum, men tað var ikki vanliga heimaliðið, sum spældi, men hinvegin var tað hálvfinaludystur í FA Cuppini millum Wolverhampton og Grimsby. Wolves, sum tá var rættiliga gott lið, vann dystin 5-0, men mátti lúta fyri Portsmouth í sjálvari finaluni. Í landskappingini endaði Wolves eisini á 2. plássi, tá Everton vann meistaraheitið.

Í 1927 tók Major Frank Buckley við sum manager hjá Wolves. Sum hann áður hevði gjørt í Blackpool og seinni í Leeds, so skipaði hann ungdómsfótbóltin og talentleitingina í fastar karmar umframt, at hann dugdi at selja leikarar fyri ein sera góðan prís. Felagið flutti aftur upp í bestu deildina í 1932 og fram móti seinna heimsbardaga spældi felagið við millum fremstu liðini, tá teir endaðu nr. 2 í 1938 í landskappingini, og nr. 2 í bæði landskappingini og FA Cuppini í 1939.

Í Dimmalætting frá 25. mai 1939 stendur soleiðis: Spillerne paa det professionelle Fodboldhold Wolverhampton beskæftiger sig aldrig med andet end Fodbold. Deres Træner mener, at de har bedst af ikke at tænke paa andet. Ingen af Spillerne har Lov at indgaa Ægteskab uden Klubbens Tilladelse – og den er svær at faa. Kun et af Medlemmerne har opnaaet den, nemlig Maalmanden (Alec) Scott.

Men Major Buckley royndi seg eisini við meira ivasomum virksemi. Teir eldru leikararnir í felagnum fingu innspræning við sokallaðum “aputestiklum” 12 ferðir í 6 vikur, meðan teir yngru leikararnir fingu eina tablet 2 ferðir um dagin. Evnafrøðingurin, Menzies Sharp, bygdi sín “loyniliga heilivág” á franskar royndir við dýrum, har eldri dýr fingu innspræning av testiklum frá yngri djórum og á ein undurfullan hátt fingu nýggja orku. Ætlanin var, at innspræningin skuldi forða fyri møði og bøta um sálarliga kvikleikan, áhaldnið, treystið og mótstøðuførið mótvegis sjúkum. Buckley helt uppá, at fleiri leikarar vuksu í vavi og í hædd orsakað av viðgerðini.

Les eisini...  Hann verður skírdur “Sir”

Fleiri onnur lið tóku undir við ”mirakulkurinum” og kjakið breiddi seg heilt til undirhúsið í London. Endin var, at enska fótbóltssambandið góðtók viðgerðina, men legði samstundis áherðslu á, at leikararnir kundu nokta at fáa viðgerðina. Tá seinni heimsbardagi brast á, so fall ásetta kanningin hjá British Medical Association tó burtur.