Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Vánaligur fyrri hálvleikur og góður seinni hálvleikur

Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg í Triðja Hálvleiki. B68 var aftanfyri 0-2 móti AB í steðginum, men knógvaði heim javnleik 2-2. Jákup fegnast um avrikið í seinna hálvleiki, men staðfestir samstundis, at avrikið í fyrra hálvleiki var ikki nøktandi. Nú gera Jákup og hansara menn klárt til seinnu hálvfinaluna móti EB/Streymi í kappingini um løgmanssteypið, har B68 er á odda 3-0 frá fyrru hálvfinaluni. Dysturin byrjar klokkan 17 mikudagi, og FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

Savnsmynd: Rúni á Reynatrøð.