Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avgerðin um vetrarfrí verður skjótt tikin

Síðan Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, kom við uppskotinum um, at skúlarnir skulu hava eina viku vetrarfrí, hevur bæði verið tosað fyri og ímóti hesum uppskotinum. Landsstýrismanninum sigur, at hann fer skjótt at taka avgerð í málinum

Skulu skúlarnir hava vetrarfrí ella ikki vetrarfrí?

Hetta uppskotið hevur nú hevur nú verið til hoyringar hjá ymsum pørtum – eitt nú hjá Føroya Lærarafelag og hjá næmingaráðum í skúlum kring landið.

Landsstýrismaðurin fegnast um svarini, hann hevur fingið.

– Fyrst og fremst eri eg sera fegin um at hava fingið so nógv hoyringarsvar, og serstakliga, at eg eisini fekk hoyringarsvar frá næmingunum umvegis næmingaráðini í skúlunum, tí eg vildi eisini hoyra teirra hugsan hesum viðvíkjandi. Men eg eri eisini glaður um svarini frá øðrum pørtum. Uppskotið um vetrarfrí er sent til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum, fyri at øll skulu fáa møguleika at siga sína hugsan, áðrenn eg taki ta endaligu avgerðina. Eg taki atlit til hoyringarsvarini í míni støðutakan, antin vetrarferia verður sett í verk ella ikki, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, við Skúlablaðið.

Landsstýrismaðurin sigur, at um so er, at vetrarferia verður sett í verk, so verður tað í eini royndartíð upp á trý ár.

– Avgerðin um vetrarfrí verður tikin heilt skjótt, sigur landsstýrismaðurin.

Djóni Nolsøe Joensen hevur millum annað grundgivið sjálvur, hví tað hevði verið eitt gott hugskot við vetrarfrí í skúlunum.

”Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi, og við eini fríviku í februar koma næmingarnir væntandi at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin,” sigur hann í uppskotinum.