Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skála og EB/Streymur skiljast

Tíggju ára gamla samstarvið millum EB/Streym og Skála er nú endað, og liðini fara aftur at skipa egin kvinnulið í bestu deildini komandi kappingarár

Felags kvinnuliðið, EB-Streymur/Skála, hevur gjøgnum árini megna at rokkið fleiri góðum fótbóltsavrikum. EB-Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.

Felagsliðið bleiv stovnað í 2013, sum eitt samstarv millum fótbóltsfeløgini EB-Streymur og Skála Ítróttarfelag, men nú tíggju ár eftir, at samstarvið bleiv skipað, fara feløgini tó aftur at skipa egin kvinnulið í bestu deildini til komandi kappingarár.

– Arbeitt hevur verið við eftirmetingum og málum fyri kvinnufótbóltin frameftir, og sum liður av hesum arbeiðið er avgjørt at aftur skipa egin kvinnulið, skriva feløgini í felagsskrivi.

– Skála Ítróttarfelag og EB-Streymur takka hjartaliga fyri samstarvið øll hesi árini og ynskja blíðan byr, nú liðini møtast aftur í kapping við hvørt annað komandi árið.