Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Lars Løkke lumpaður av russiskum skemtarum

Russisku skemtararnir Vovan og Lexus hava aftur lumpað danskan politikkara. Hesa ferð hava teir tosað við danska uttanríkismálaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, ið helt, at hann hevði eina samrøðu við ein afrikanskan diplomat í trúnaði

– Upp á eitt tíðspunkt giti eg, at tann ukrainski forsetin fer at tilpassa seg støðuna og boða frá, at hann er sinnaður at samráðast.

Tað sigur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, millum annað í einum 13 minuttum longum video, sum russisku skemtararnir Vovan og Lexus hava tikið upp, meðan teir tosa við Lars Løkke um ymisk viðurskifti, men annar teirra gevur seg út fyri at vera ein afrikanskur diplomatur.

Eisini verður spurt eitt sindur um føroyska grindadrápið í endanum av videobrotinum.

Men tað er hendan útsøgnin um støðuna í Ukraina og ukrainska forsetan, sum hevur fingið danskar serfrøðingar upp úr stólinum.

Politiski viðmerkjarin Hans Engell sigur í samrøðu við Danmarks Radio, at hann heldur lítið um hesa útsøgnina frá Lars Løkke Rasmussen, sum hann heldur er ein møgulig gøla fyri Lars Løkke, danskan uttanríkispolitikk og fyri sambandið millum Ukraina og Danmark, har Hans Engell metir, at Ukraina helst fer at krevja at fáa eina útgreinandi frásøgn um hesa orðingina frá danska uttanríkismálaráðharranum, har tað – í videosamrøðuni – verður nortið við møguleikan hjá Ukraina at gevast við ætlanini at fáa Krim-hálvoynna aftur.

Lars Løkke svarar, at hann hevur hoyrt leysatíðindi um, at fólk hava loyniligar ætlanir, men uttan at koma nærri inn á, hvat hesi leysatíðindi handla um.

Russisku skemtararnir Vovan og Lexus eru millum annað kendir fyri at geva seg út fyri at vera onnur, tá teir hava tosað við eitt nú Elton John, spanska verjumálaráðharran, Maria Dolores de Cospedal, franska forsetan, Emmanuel Macron, og eisini við amerikanska sendifólkið í ST, Nikki Haley.

Les eisini...  Undantaksstøða í Belgorod í Russlandi

Fyri einum ári síðan lumpaðu hesir skemtarar donsku uttanríkisnevndina á Fólkatingi.

Videobrotið er nú tikið av YouTube, men samrøðan við Lars Løkke Rasmussen kann síggjast í fullari longd á sosiala miðlinum Rumble: