Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í dag eru kvinnurnar í Íslandi farnar í verkfall – forsætisráðharrin stuðlar verkfallinum

Í Íslandi mótmæla kvinnur í dag fyri líkaløn, eins og tær gjørdu í 1975, tá landið lá í hálvum gekki, fyri at vísa á teirra týdning fyri samfelagið og familjulívið

Hóast Ísland er tað landið í heiminum, har tað er mest javnstøða millum kynini, so eru kvinnurnar í okkara grannalandi fyri vestan, Íslandi, í dag farnar í verkfall. Tær fara hvørki at arbeiða, gera húsligt arbeiði ella ansa børnum – og forsætisráðharrin í Íslandi, Katrín Jakobsdóttir, stuðlar verkfallinum og fer ikki at hava nakrar fundir í dag.

Tað skrivar Berlingske.

Verkfallið verður í dag, og er tað fyrsta av hesum slag síðan 1975, tá 90 prosent av íslendsku kvinnunum noktaðu at arbeiða. Tað gjørdist tá byrjanin til stórar broytingar í íslendska samfelagnum.

Endamálið við verkfallinum í dag er fyrst og fremst at vísa á, at líkaløn millum kynini enn ikki er veruleiki, hóast verkfallið fyri 48 árum síðan.

Eitt javnsett land uttan líkaløn
Ísland er fyri 14. árið í rað mett til at vera tað landið í heiminum, har tað er mest líkaløn millum kynini, sambært World Economic Forum.

Men hóast tað, so forvinna íslendskar kvinnur í miðal 21 prosent minni enn menn.

Fakfeløg mæla øllum kvinnum í Íslandi til ikki at arbeiða í dag, hvørki lønararbeiði ella ólønt arbeiði – eisini húsarhaldsarbeiði.

Roknað verður við, at 25.000 fólk fara at taka lut í mótmælisgongum í Reykjavík í dag, og fleiri onnur fara at skipa fyri tiltøkum og mótmælisgongum kring landið, skrivar Berlingske.