Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Politi hevur verið úti og klipt plátur

Løgreglan er nú so smátt byrjað at klippa nummarspjøldur av bilum, ið ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár

Hósdagin í síðstu viku læt Akstovan politistøðunum kring landið 641 mál um vegskattaeftirstøður.

Tað merkir, at nummarspjøldrini skulu takast av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2023.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur frá, at nú er Føroya Politi so smátt farið at taka nummarspjøldur av akførum, eftir at royndir hava verið gjørdar at koma í samband við røttu eigararnar av akførunum, sum standa til at missa nummarspjøldrini, um nú kanska fólk hava verið óansin og gloymt at goldið vegskatt ella um tey hava goldið.

Men løgreglan hevur nú verið úti í fyrranáttina og eisini í nátt, har nøkur akfør hava mist nummarpláturnar. Í Eysturoy hava 36 akfør mist plátuna tilsamans hesa báðar næturnar, meðan talið hevur verið 43 akfør í Havn, so tilsamans hava nú 79 akfør mist síni nummarspjøldur.

Tá løgreglan klippir nummarspjøldur av einum akfari merkir, at so skal akfarið skrásetast av nýggjum, tá eftirstøðan er goldin, so tað kann gerast heldur dýrt fyri eigaranum av akfarinum, sum missir pláturnar.