Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

“Tey sum ikki vóru á Tórsvølli í kvøld forsømdu seg”

Soleiðis tók viðmerkjarin hjá FM1, Regin Sivertsen, til, tá KÍ vann ein flottan 3-0 sigur móti Olimpija Ljubljana, og tí er møguleikin at koma víðari úr bólkaspælinum enn avgjørt til staðar

KÍ 3 – 0 Olimpija Ljubljana

(Tórsvøllur): KÍ spældi í kvøld ein avgerandi dyst í triðja umfarinum í hesari søguligu Conference League-bólkaspælinum, har ein sigur skuldi koma í hús, skuldi KÍ gera sær nakrar tankar um at røkka 2. plássið, ið gevur víðari luttøku úr bólkinum.

KÍ leyp á beinavegin og vóru nær við at koma í góða støðu longu eftir 20 sekundum, tá Árni Frederiksberg kom í góða støðu úti í høgru síðu, har hann við sínum eyðkenda stíli dró inn á vøllin og lat skot fella, men ein slovenskur verjuspælari stóð fyri.

Løtu seinni kom Ljubljana í eina góða støðu, tá ein áleypari kom at standa væl fyri í KÍ-brotsteiginum, men lukkutíð fekk Jonathan Johansson bjargað skotinum við fótinum og út til hornaspark.

Undan dystinum segði KÍ-venjarin, Magne Hoseth, at slovenska liðið dámdi væl at halda upp á bóltin, men vóru kanska ikki eins sterkir taktiskt, sum onnur lið, ið hava vitjað í Føroyum í samband við evropeisku dystirnar hjá KÍ í summar, og tað sást eisini tíðliga í dystinum, at Ljubljana bæði dámdi og dugdi væl at hava bóltin og spæla nógv smáspæl, men fyri so at brádliga senda ein langan bólt fram til áleyparan ella annan av vongspælarunum, sum ofta vóru rættiliga frammarliga.

Men KÍ-arnir smæddust heldur ikki burtur. Liðið er eftirhondini ein so væl smurd maskina, at KÍ-arnir finna væl hvønn annan. KÍ setti seg meira á dystin, tá 20 minuttir vóru leiktir, har spælararnir løgdu nógv fyri at koma í góðar støður – har serliga varð leitað eftir Árna, sum antin kundi hótta við skoti ella innleggi, og eftir at ein hálvur tími var leiktur, fingu teir “bara” gott og væl 1.100 norðoyingarnir, sum vóru møttir upp á Tórsvølli hetta kalda heystkvøldið, okkurt at frøast um og hita seg upp á, tá gott KÍ-uppspæl endar við, at Árni Frederiksberg kemur at standa væl fyri úti í høgra borði, og so vita vit, at tað kann gerast vandamikið. Hann leggur bóltin væl innfyri, og har kemur René Shaki Joensen, sum í dag var fluttur fram á annan vongin, sníkjandi millum verjuna og málverjan hjá útiliðnum og smekkaði bóltin undir nettakið, 1-0!

Les eisini...  René: Vit hava prógvað at vit kunnu vera við

Løtu seinni kundi tað gott staðið 2-0 til KÍ, tá vælupplagdi pitsaseljarin, sum norsku miðlarnir doyptu Árna Fredriksberg, smekkaði eitt fantastiskt horna innfyri, har Deni Pavlovic bara skuldi høvda bóltin í málið, men kanska var hann í so nær aðrari stongini, at hann var bangin fyri at skalla stongina, heldur enn bóltin, og so fór hesin bólturin ístaðin fyri beint uppum.

Men heldur at leggja seg aftur at verja 1-0 leiðsluna, so tevjaði KÍ nú blóð, og helt fram at leypa á. Spælararnir hjá Ljubljana virkaðu eitt sindur skelkaðir, og verjuspælið hekk ikki rættiliga saman, og tað var júst ein tílík støða, ið var atvoldin til, at málrevurin Páll Klettskarð fekk møguleika at vísa seg fram, nú hann møguliga ikki verður toppskorari í Betri Deildini í ár, eftir at Sølvi Vatnhamar hevur skuplað nógv mál í seinastuni. KÍ hevur bóltin frammi í høgra borði, har ein – at síggja til – skeiv sending verður send í Ljubljana-brotsteigin, men verjuspælararnir tosaðu ikki rættiliga saman, og so kundi Páll bæði brúka vøddar og hælin at koma seg í góða støðu, og hann gjørdi ikki mætari at leggja bóltin í handara málhorn við vinstra beininum, 2-0 til KÍ, og so vórðu tríggir Ljubljana-spælarar sendir til at hita upp beinavegin í hálvleikinum.

Ljubljana framdi “bert” eina skifting til seinna hálvleik, men útiliðið byrjaði sum eitt óløgið, og tað sást týðiliga at nú skuldi slovenska meistaraliðið kom innaftur dystin, ongantíð ov skjótt.

Men heldur var tað KÍ, sum enn einaferð beit frá sær í heystveðrinum. Tá tíggju minuttir vóru leiktir í seinna hálvleiki hevur KÍ horna í høgru síðu. Árni gevur sær góða tíð, koyrir tveir armar upp, og smekkar innleggið inn í fimm-meturin, har liðskiparin, Jákup B. Andreasen, stingur seg upp millum vinir og fíggindar og skallar bóltin í Ljubljana-málið, 3-0!

Les eisini...  “Beiski smakkurin er her enn” – Ivan Kmotrik Jr minnist enn KÍ

Triðja málið gjørdi tað, at KÍ kundi ríða slovenska stormin av, og gestirnir høvdu nú trupult við at fáa nakað skipað spæl í gongd, meðan KÍ legði seg eitt sindur meira aftur at verja.

So við og við sum seinni hálvleikur leið, fór broddurin úr slovenska liðnum, sum virkaðu rættiliga mótfalnir og brúktu heldur munn móti týska dómaranum, sum hevur sítt dómarayrkið fulla tíð, enn at spæla bólt, og so vórðu nøkur kort givin – bæði til spælara á vøllinum og onkran av venjarunum.

Seinastu løtuna royndu gestirnar at gera sum Árni og smekka nakrar bóltar innfyri, men har stóð KÍ-verjan og serliga Vegard Forren fyri hvørja ferð.

Tí gjørdist endaliga úrslitið ein flottur 3-0 sigur til KÍ, og ein kann bara siga sum viðmerkjarin hjá FM1 í kvøld, Regin Sivertsen,

“Tey sum ikki vóru á Tórsvølli í kvøld, tey forsømdu seg”.

KÍ liggur á triðja plássi í bólki A í Conference League við fýra stigum, meðan Slovan liggur nummar tvey við seks stigum. Lille er á odda í bólinum við sjey stigum, so hesin bólkurin er nú víðopin, og møguleikin hjá KÍ at koma víðari er enn avgjørt til staðar.