Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atlantic Fair 2024 er fultteknað

Í 2024 verður tað 11. ferðin, at messan verður hildin, og sjeynda ferðin, at hon er í Klaksvík

Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, kann longu nú, sjey mánaðir undan messuni, boða frá,  at alt framsýningsøkið er bílagt.

Hetta er væl fyrr enn til undanfarnar messur, og merkja vit eisini ein størri áhuga frá útlendskum fyritøkum, bæði fyri Føroyum og føroyskari vinnu. 

Hetta verður 11. ferðin, at messan verður hildin, og sjeynda ferðin, at hon er í Klaksvík.

Fyrstu ferð, at messan varð hildin var í 2001, og hevur hon verið eitt afturvendandi tiltak annað hvørt ár, við nøkrum fáum undantøkum, eitt nú tá korona gjørdi um seg í 2021.

Umframt sjálva framsýningina. so verða eisini viðkomandi fyrilestrar á messuni.

Á messuni í 2022 luttóku 195 framsýnarar úr 20 ymiskum londum, og 4.500 vitjandi vóru teir tríggjar dagarnar, sum messan var opin.