Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi uttan nummarplátur og rendi á

Tá løgreglan var í Norðoyggjum í gjár og klipti plátur, so kom løgreglan fram á eitt akfar, ið hevði verið í ferðsluóhappi í Árnafjarðartunlinum, og so var ein ær og eitt lamb ákoyrd í Trongisvági

Føroya Politi var í Norðoyggjum í gjár og í nátt og klipti nakrar nummarplátur, har eftirstøða var við vegskatt fyri seinnu helvt í ár.

Í Árnafjarðartunlinum kom løgreglan fram á ein bil, sum hevði verið í einum soloóhappi inni í tunlinum. Men ikki nokk við tað, tí tað vísti seg eisini, at bilurin onga nummarplátur hevði. Orsøkin var tann, at løgreglan hevði longu – náttina frammanundan – tikið pláturnar av hesum sama bili.

Tí verður bilførarin skuldsettur fyri at koyra við óskrásettum bili, og tað kostar honum eina bót.

Akfar uttan nummarplátur er heldur ikki tryggjað, so eigarin av akfarinum kann rokna við, at tryggingin ikki fer at rinda fyri skaðan, sum bilurin fekk.

Eisini var neyðugt at fáa fatur á hjálp, fyri at fáa bilin frá staðnum, tí bilurin hevði fingið so mikið av skaða.

Annars vórðu 13 nummarplátur kliptar í gjár.

Lamb og ær ákoyrd
Í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at ein ær og eitt lamb vóru ákoyrd í Trongisvági.

Fyrst koyrdi ein bilur á ærina og lambið, og síðan vórðu ærin og lambið árend av øðrum bili, sum doyðu.

Báðir bilarnir fingu eisini nakað av skaða, verður upplýst av vaktleiðararanum á løgreglustøðini.