Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Robbie Fowler koyrdur sum venjari í Saudi Arabia

Robbie Fowler, ið serliga er kendur fyri sína tíð sum Liverpool leikari, er nú koyrdur sum venjari í næstbestu liguni í Saudi Arabia

Í gjár bórust tíðindini um at Robbie Fowler varð koyrdur sum venjari. Hann var venjari hjá Saudi Arabiska liðnum Al Qadsiah, ið spæla í næstbestu liguni í Saudi Arabia.

Tað er ein løgin avgerð, at siga Robbie Fowler upp. Sambært altjóða Saudi Arabiskum miðlum, er hann sera væl dámdur av fjepparaskaranum. Liðið liggur í løtuni nummar tvey í deildini, umframt at teir hava fingið 20 stig av 24 møguligum.

Tað var í juni mánaða í ár, at Robbie Fowler bleiv venjari hjá Al Qadsiah. 20 stig í átta dystum eru ikki nokk til at halda uppá starvið sum høvuðsvenjari. Í gjár skrivar Al Qadsiah á almenna Instagram vangamynd síni, at venjari er koyrdur.

Nú er fyrrverandi venjarin hjá Sevilla, Michel Gonzalez settur sum høvuðsvenjari. Seinasti venjaragerningur hjá Gonzalez var í Olympiakos. Ta avtaluna valdi hann av sínum eintingum at siga upp í apríl mánaða.