Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjølmentanarvikan endar í dag

Seinasti dagur í Fjølmentanarvikuni er í dag. - Fjølmentanarvikan er við til at víðka okkara sjónarhorn, vísur integratiónssamskiparin hjá Tórshavnar kommunu á

Í samband við Fjølmentanarvikuna hava tiltøk verið um landið. Bæði kommunur, fyritøkur, einstaklingar og onnur hava tikið lut. Tað er Tórshavnar Kommuna, sum saman við øðrum, skipar fyri Fjølmentanarvikuni.

Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, er væl nøgd við Fjølmentanarvikuna.

“Fjølmentanarvikan hevur eydnast sera væl, og  tað eru væl fleiri, ið hava valt at vera við í ár í mun til fjør. Bæði fleiri kommunur, áhugafelagsskapir og arbeiðspláss”, sigur Fía Lindenskov.

Hon fegnast eisini um, at skúlar hava sett fjølmentan á tímatalvuna hesa vikuna, og at onnur eisini varpað ljós á tað:

“Tað hava verið lokal tiltøk á skúlum, dagstovnum, frítíðarskúlum og aðrastaðni. Nøkur stór arbeiðspláss og skúlar hava eisini valt at vera við í ár, og gjørt nógv burturúr”, greiðir integratiónssamskiparin frá.

Í Føroyum búgva í dag fólk úr 132 londum, og tí er Fjølmentanarvikan umráðandi, vísur Fía á.

“Fjølmentanarvikan er umráðandi fyri okkum øll, tí hon er við til at víðka okkara sjónarhorn, bæði um umheimin og okkara egna samleika”, sigur Fía Lindenskov.

Hon staðfestir, at hetta eisini er ein møguleiki at læra um ymsar mentanir.

“Fjølmentanarvikan er ein jaligur háttur at læra um aðrar mentanir, og á tann hátt koma hvørjum øðrum við. Samskiftið og virðingin fyri hvørjum øðrum gerst betri”.

Ymist er á skránni henda seinasta dagin, ið Fjølmentanarvikan er. Í Havn er m.a. ein framsýning á Torginum í SMS, og í kvøld er DJ – veitsla í Perluni. Í Vági kann tú gita fløgg í Miðlatúni, og í Sandavági verður pubbkviss á Fiskastykkinum.

Til ber at lesa skránna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Les eisini...  Fyrsta skotið latið av fyri Húsareynstunlinum