Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna samtykt útbygging av Skansabryggjuni norðureftir

Hóast Fornminnissavnið hevur mælt frá, at Skansabryggjuna verður útbygd norðureftir, so samtykti Tórshavnar býrað í gjár at brúka eina millión krónur upp á projektering og fyrireiking av verkætlanini

Núverandi útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki skuldi upprunaliga fevna um eitt øki uppá umleið 163.000 fermetrar. Útbyggingarætlanin varð tó tillagað og minkað niður í 95.000 fermetrar.

Í 2014 mælti Fornminnissavnið frá, at Tórshavnar Havn fær loyvi til stóru havnarútbyggingina framman fyri Skansan.

Tað sæst í einum hoyringarskrivi frá Fornminnissavninum, sum Kringvarpið í 2014 fekk innlit í.

– Ætlanin hevur stór árin á umhvørvið, og hevur við sær óljóð – fyrst og fremst við Havnar Skansa, men eisini økið Yvir við Strond. Útbyggingin fer at avbyrgja økið við Skansan og økið Yviri við Strond frá Nólsoyarfirði. Ætlanin sýnist stuttskygd, og tí mælir Fornminnissavnið frá ætlaðu útbyggingini, skrivaði Fornminnissavnið millum annað í hoyringarskrivi um ætlaðu útbyggingina afturi í 2014.

Nýggja havnaøkið minkaði við hesi tillaging sostatt umleið 68.000 fermetrar í mun til upprunaligu ætlanina.

– Tað minkar sostatt eisini um nyttuna og møguleikarnar at skipa havnaøkið nøktandi í mun til tey krøv og ynski, sum eru og verða til farmaflutning og uttanlandssigling. Ein onnur avleiðing av hesi broyting var eisini, at ætlanin at gera nýggian til- og frákoyringarveg millum havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast, skrivar Tórshavnar kommuna.

Men í gjár samtykti býráðið í Havn at játta eina millión krónur til fyrireikingar og projektering av verkætlan at útbyggja Skansabryggjuna norðureftir, eftir at havnameistarin mælti til hesa útbygging.

Havnanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum, og ein meiriluti í fíggjarnevndini tók 18. oktober 2023 undir við havnanevndini at beina málið í býráðið. Íløgan upp á eina millión krónur verður fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2023, sum beindi málið til býráðið umvegis fíggjarnevndina. Málið kom fyri á býráðsfundi í gjár og varð samtykt, stendur at lesa inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Les eisini...  Avtala um ítóttarfakliga gransking í nýggju stórhøllini

Kelda og myndir: Tórshavnar kommuna