Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 sunnudagin klokkan 15: KÍ-Víkingur og ÍF-B68

Rúni á Reynatrøð og Trygvi Absalonsen siga beinleiðis frá dystunum KÍ-Víkingur við Djúpumýru í Klaksvík, ið hevur stóran týdning í stríðnum um silvur- og bronsuheiðursmerkini, og dystinum ÍF-B68 sum hevur stóran týdning í niðurflytingarstríðnum. Fær ÍF stig móti B68 eru teir bjargaðir. Viðmerkjari í Fuglafirði verður Ólavur Larsen. Aftaná dystarlok og steypahandanina til KÍ vera samrøður við formennirnar og forkvinnurnar í teimum átta feløgunum, ið eru liðug við heimligu kappingina í morgin. Komandi leygardag klokkan 17 spæla HB og B68 finaluna í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli. Undan beinleiðis frásøgnini verður Fótbóltsskýlið frá fríggjadegnum endursent millum klokkan 14 og 15.