Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enski fótbóltsflakkarin avgjørdi EL Clásico

The Rolling Stones hugdu hjálparleysir at, meðan Hey Jude avgjørdi dystin.

Enski rokkbólkurin The Rolling Stones stuðlaði FC Barcelona í El Clásico í dag. Teir hava eisini havt sítt kappingarstríð við The Beatles, har tað ikki sømdi seg at vera fjeppari av báðum tónleikabólkunum.

Jude Bellingham hevur neyvan kent nakað serligt til kappingarstríðið, tí hann var føddur í 2003. The Rolling Stones kann umsetast til flakkarar ella landastrok og hóast sín unga aldur, so hevur Jude Bellingham longu leikt fótbólt í bestu ensku deildini, bestu týsku deildini og nú bestu sponsku deildini.

Hóast FC Barcelona leingi førdi, so mundu The Rolling Stones hugsa, at hetta var ikki nøktandi, men tá dysturin var liðugur, máttu teir ásanna, at man fær ikki altíð tað, sum man ynskir sær. Kortini mundi tað koma sera dátt við, at Hey Jude bæði javnaði og tryggjaði Real Madrid sigurin eftir, at İlkay Gündoğan hevði lagt heimaliðið á odda stutt eftir dystarbyrjan.

Jude Bellingham hevur fingið eina flúgvandi byrjan við Real Madrid: 13 dystir og 13 mál umframt 3 upplegg. Real Madrid liggur nú nr. 1 saman við Girona.