Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Foreldrini eru fríaði

Hann hevur staðið seg væl, síðani hann skifti til Liverpool, men í gjár vórðu foreldrini burturrænd.

Kolumbiski Luis Díaz hevur veruliga víst seg fram hjá Liverpool, síðani hann skifti frá portugisiska Porto í januar 2022, har hann hevur skotið 10 mál og lagt upp til 5.

Í gjár vórðu foreldrini hjá Liverpool-leikaranum Luis Díaz, Cilenis Marulanda og Luis Manuel Diaz, burturrænd av fýra ránsmonnum nærindis heimbýnum Barrancas í Kolumbia. Kl. 17.30 høvdu foreldrini fylt brennievni á í einari bensinstøð og skuldu eftir onkrum hjá einum skyldfólki í grannalagnum, tá teir fýra ránsmenninir komu undan kavi á motorsúkklum.

Foreldrini vórðu noydd í ein annan bil og koyrdu síðani til eitt bygdarøki, har tvær motorsúkklur fylgdu teimum. Myndugleikarnir fingu skjótt frænir av burturræningini og komu upp í leikin. Nøkur skot vórðu loyst av og mamman varð bjargað.

Rænararnir hildu leiðina fram móti kolumbiska markinum til Venezuela, men tætt við økið Los Barrancones vórðu tveir av rænarunum skotnir og pápin varð bjargaður.

Luis Díaz spældi ikki í 5-1 sigrinum á franska Toulouse, men stendur til at byrja ímóti Nottingham Forest kl. 14 í dag.