Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggja stjørnuskotið hjá Barça

Unga stjørnuskotið fekk byrjanarmál eftir 30 sekundir á vøllinum.

Seinasta stjørnuskotið hjá FC Barcelona frá La Masia eitur Marc Guiu og hann brúkti bara 30 sekundir um at skora í La Liga, tá hann skoraði sigursmálið ímóti Athletic Bilbao eftir at vera innskiftur.

Hann var seytjan ár, níggju mánaðir og 18 dagar gamalur, tá hann varð skiftur inn og gjørdist 5. Yngsti málskjúttin nakrantíð hjá Barça – eftir Lamine Yamal, Ansu Fati, Bojan Krkic and Gavi.

Marc Guiu var føddur og vaks upp í lítla katalanska býnum Granollers, sum liggur 30 km norðan fyri Barcelona. Sum barn umboðaði hann liðið hjá fjepparafelagnum, Sant Celoni Barca, áðrenn hann skifti til ungdómsdeild felagsins sum sjey ára gamalur í 2013.

Hann hevur skorað trý mál í níggju dystum í UEFA Youth League og hevur spælt átta minuttir fyri eykaliðið, Barcelona Atletic.

Hann gjørdi fyrstu ferð vart við í summar, tá hann gjørdist toppskjútti við fýra málum undir EM fyri U17-landslið saman við liðfelaganum Lamine Yamal. Týskararnir Paris Brunner og Robert Ramsak skoraðu eisini fýra mál.