Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

El Clásico nr. 255

Lívshóttanir, grísahøvd, fløskur og myntir kunnu flúgva um oyrini. Stríðið millum miðstýrda, sameinda Spania og sjálvstýrissinnaða Katalonia er altíð áhugavert.

Liðini spæla í somu landskapping, men umboða hvør sín høvuðsstað: tann spanska og tann katalanska. Tað hevur verið fíggindskapur millum Real Madrid og FC Barcelona, síðani Franco hótti FC Barcelona til at tapa í einum avgerandi dysti. El Clásico er bæði ein spenningsfilmur og ein kensluborin sorgarleikur, har nakrir av bestu fótbóltsspælarum nakrantíð eiga høvuðsleiklutirnar.

Í 1931 noyddu spanskir lýðveldismenn Alfonso 13. kong í útlegd. Nýggja lýðveldisstjórnin førdi sosialistiskan politikk, legði hald á góðseigarajørð,  býtti út til bøndur og avmarkaði valdið hjá kirkjuni og herinum. Á valinum í 1936 fekk Sosialistiska fólkafylkingin meiriluta. Tá gjørdu yvirmenn í spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakríggj brast á í landinum. Italia sendi herlið at hjálpa Franco, og Týskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjórnini pening og vápn, men í mars 1939 hevði Franco tikið megin partin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falangeflokkurin, slapp at vera.

Tann 13. juni 1943 merkti FC Barcelona fyrstu ferð, at Franco stuðlaði teimum hvítu úr høvuðsstaðnum, tá Barça førdi 3-0 eftir fyrra dystin í hálvfinaluni í steypakappingini. Real Madrid klagaði til fótbóltssambandið um, at málini hjá Barça burdu verið kolldømd, meðan Barça hinvegin brigslaði Real-leikarunum fyri alt ov hart spæl.

Undan seinna dystinum traðkaði ein maður í hermannabúna inn í skiftingarrúmið hjá Barça og segði, at tað fekk avleiðingar, um teir ikki taptu. Fleiri enn 10.000 floytur vórðu býttar út millum Madrid-fjeppararnir, og fløskur og myntir flugu um oyruni á teimum, meðan dysturin varð spældur. Real Madrid skoraði til 3-0 eftir hálvan tíma og samstundis varð ein Barça-leikari rikin av vøllinum. Í steðginum ynsktu Barça-leikararnir ikki at spæla seinna hálvleik, men hesaferð kom ein herovasti inn í skiftingarrúmið og “minti” teir á, at teir høvdu nakað “sum teir skuldu gera liðugt”. Real Madrid vann dystin 11-1.

Les eisini...  Enski fótbóltsflakkarin avgjørdi EL Clásico

10 ár seinni legði Franco-stýrið uppí, tá Alfredo di Stéfano skuldi skifta til FC Barcelona og í 2000 skifti stjørnuleikarin hjá FC Barcelona, Luís Figo, til Real Madrid, sum fekk áskoðara til at tveita eitt grísahøvd eftir honum.

Um vit ikki telja ymiskar vælgerðardystir við, so er talan um El Clásico nr. 255, har liðini hava vunnið ávikavist 100 og 102 dystir hvørt. Real Madrid hevur skotið 424 mál, meðan FC Barcelona hevur skorað 415 mál. Liðini hava vunnið 2/3 av sigrunum á heimavølli.

Í gjárkvøldið vann Girona 1-0 á Celta vigo og liggur nr. 1 við 28 stigum, síðani koma Real Madrid, FC Barcelona og Atlético de Madrid við ávikavist 25, 24 og 22 stigum, men Girona hevur spælt ein dyst meira og Atlético ein dyst minni.

El Clásico millum FC Barcelona og Real Madrid byrjar kl. 15.15