Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogvøllurin í Makhachkala stongdur niður eftir álop

Stóra stríðið millum Ísrael og Palestina er eisini nú komið til flogvøll í Russlandi. Nú verður flogvøllurin í Makhachkala stongdur í nakrar dagar

Tíðindasíðan AP, skrivar í kvøld, at Rosaviatsia, ið er russiski myndugleikastovnurin yvir loftrúmið í Russlandi, hevur rikið ólýdnar borgarar burturfrá flogvøllinum í Makhachkala, ið liggur í Dagestan. Hesir borgarar knústu útgerð og verndarmúrar og -veggir, fyri at fáa atgongd til lendingarbreytina, har eitt flogfar úr Tel Aviv júst var lent.

Russisku miðlarnir skriva, at tað vórðu rópt ókvæmisorð og serdeilis hørð haturstala mótvegis jødum, meðan veittrað varð við Palestina fløggum.

Boðað verður eisini frá, at teir steingja flogvøllinum, í fyrstu atløgu fram til 6. november.

Á krypteraða miðlinum, Telegram, heita myndugleikarnir í Dagestan á fólki, um at lata vera við at luttaka í hesum herverksálopunum.

Stórmuftiurin í Dagestan, Sheikh Akhmad Afandi, heitir eisini á fólk um at steðga hesum herverki. Flestu fólkini í Dagestan, eins og stórmuftiurin, eru muslimar. Sambært Sprotanum, er ein “mufti” ein muslimskur rættarserfrøðingur og ráðgevi í reglum koranarinnar.