Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjey ungir skjúttar settu hol á vetrarkappingina

Fyrsta innandurakappingin hjá bogaskjúttunum hesa vetrarhálvuna er í Havn hetta vikuskiftið. Tambar eru vertir, og skotið verður í hølunum á Tórshavnar Skipasmiðju. Um vikuskiftið varð skotið úr 12 metra frástøðu

Tað var spenningur um úrslitið hjá dreingjunum við compound-boga, tá teir yngru skjúttarnir kappaðust úr 12 metra frástøðu í gjár, tí har kappaðust tríggir skjúttar. Hini fýra, sum skutu við barebow og recurve-boga, fingu onga mótstøðu, men gjørdu kortini sítt allarbesta, so gullheiðursmerkini vóru fult uppiborin.

Úrslitini vóru hesi:

Dreingir compound

Dávid Højgaard (Ørvur) – 267+264 = 531

Jónas Poulsen (Ørvur) – 259+252 = 511

Christian Højgaard (Ørvur) – 254+253 = 507

Hálvfinala:

Jónas Poulsen – Christian Højgaard: 128-127

Finala:

Dávid Højgaard – Jónas Poulsen: 141-130

Endaliga úrslitið var sostatt gull til Dávid Højgaard, silvur til Jónas Poulsen og bronsu til Christian Højgaard.


Compoundskjúttarnir, úr vinstru er tað Jónas Poulsen, silvur, Dávid Højgaard, gull, og Christian Højgaard, bronsu. Allir eru úr Ørvi

Gentur barebow

Eva Kjærbo (Team Suðurskot) – 169+87 = 256, gullheiðursmerki.

Dreingir barebow

Charlie av Teigum (Tambar) – 147+127 = 274, gullheiðursmerki.


Eva Kjærbo, Team Suðurskot, og Charlie av Teigum, Tambar, vunnu gull í barebow

Gentur recurve

Lea Karina Heradóttir Haraldsen (Vágaskot) – 220+238 = 458, gullheiðursmerki.

Dreingir recurve

Brandur Tummasson Hansen (Tambar) – 147+152 = 299, gullheiðursmerki.


Lea Karina Heradóttir Haraldsen, Vágaskot, og Brandur Tummasson Hansen, Tambar, vunnu gull í recurve