Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Konsert við FarBe Duo

Sámal Petersen og Axel Freier hittust í Belgia á vári í 2019 á einum skeiði fyri Suzuki-violinnæmingar. Sámal var lærari og Axel klaverfylgispælari á skeiðnum. Aftan á skeiðið samdust teir um, at tað kundi verið stuttligt at spælt allar 10 Beethoven violinsonatirnar á trimum konsertum í Føroyum og Belgia í sambandi við 250 ára føðingardag Beethovens í 2020. Orsakað av heimsfarsóttini varð hetta av ongum.

Nú hava teir báðir avgjørt at framføra tvær konsertir í Føroyum. Ta fyrru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 9. novembur, kl. 20 og ta seinnu í Norðurlandahúsinum 11. novembur, kl. 15. Teir fara at spæla tríggjar violinsonatir eftir Robert Schumann, Johannes Brahms og Edvard Grieg.

Axel Freier er 28 ára gamal. Hann er útbúgvin klaverleikari og virkar mest sum klaverfylgispælari í Belgia, Hollandi og Frankaríki. Axel spælir saman við sangarum, violin- og sellospælarum. Síðani 2021 hevur hann verið klaverfylgispælari fyri violin og bratsj næmingar á konservatoriinum í Leuven í Belgia.

Sámal Petersen er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin í Odense við víðari lestri í Wien. Sámal flutti heim til Føroya í 1995 og var við til at stovna Aldubáruna. Harumframt hevur hann verið konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri síðan 1995.