Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan mátti sissa fólk í miðbýnum í Havn

Upptakt til harðskap, ross gingu leys og nummarplátur kliptar

Tað kemur meira enn so fyri, at løgreglan má sissa fólk í samband við hendingar í náttarlívinum, men tað kemur eisini fyri, at Føroya Politi fær fráboðanir um harðskap onnur tíðspunkt á døgninum.

Í gjár fekk løgreglan ein boð um, at tað var upptakt til bardaga mitt í Havnini.

Hetta var um middagsleitið í gjár.

Løgreglan fór á staðið og fekk sissa fólkini, sum vóru ósamd um eitthvørt, og tað endaði so við, at hesi fólkini fóru frá staðnum. Løgreglan fer at tosa við partarnar í dag, so løgreglan vil ikki upp á núverandi tíðspunkt siga, um tað hendir nakað meira við hesum málinum.

Í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at nøkur ross gingu leys uppi á Oyggjarvegnum, men vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at rossafólkini, ið hava síni ross har nærhendis, vóru skjót at fáa rossini aftur innum gyrðingina, har tey vóru sloppin leys úr.

Saksurin hjá løgregluni hevur verið nógv úti seinastu vikuna í samband við, at Akstovan sendi 641 mál um vegskattaeftirstøður til løgreglustøðirnar kring landið, og seinasta døgnið vórðu nummarpláturnar kliptar av seks bilum.

Eigararnir av akfarinum mugu tí nú fyrst rinda eftirstøðuna, áðrenn akfarið kann skrásetast av nýggjum, vilja tey framhaldandi koyra við akfarinum á vegunum.