Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúkrarøktarfrøðingar leingja undantøkini eitt samdøgur

Undantøkini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ganga út í dag klokkan 16 eru longd til klokkan 16 í morgin

Undantøkini frá verkfallinum í Sjúkrahúsverkinum fara úr gildi klokkan fýra nú seinnapartin, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur avgjørt at leingja undantøkini eitt samdøgur, so tey nú eru galdandi til í morgin klokkan fýra.

Tað upplýstir Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, fyri Kringvarpinum í døgurðatíðindunum á middegi.

40 álitisfólk hava sitið á fundi hjá Starvsfelagnum í dag at viðgera støðuna, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfallið síðan 2. oktober.

Enn eru langt millum partarnar, tí leygardagin segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, at tað er so mikið langt millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, at tað gevur ikki meining at hittast í løtuni.