Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið er byrjað

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B68 og HB er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á fsf.fo

Leygardagin 4. november klokkan 17 verður Tórsvøllur karmur um ársins finalu í kappingini um Løgmanssteypið.

Finalan í ár verður millum B68 og HB.

Atgongumerkjasølan byrjaði í gjár, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Kostnaðurin er 100 krónur, og er hetta galdandi fyri bæði vaksin og børn.

HB áskoðarar sita í bólkunum 101 til 104, meðan toftafólk og B68 fjepparar sita í bólkunum 105 til 108. Sìðani eru bólkarnir 114 til 116 ætlaðir uttanveltaðum áskoðarum.