Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kunningarstovan á Tvøroyri nýggjan samskipara

Tvøroyrar kommuna hevur sett Elsu Jacobsen í tíðaravmarkað verkætlanarstarv sum samskipari av kunningarstovuni á Tvøroyri

Elsa Jacobsen hevur royndir innan ferðavinnu frá sínum undanfarna starvi á 62N, har hon hevur lært inna fyrisiting og ferðavinnu á incoming-deildini hjá 62N.

– Tvøroyrar kommuna ynskir Elsu Jacobsen vælkomna í starv.

Kommunan umskipar og flytur kunningarstovuna
Tvøroyrar kommuna fer í næstum undir eina tilgongd at umskipa og flyta kunningarstovuna úr verandi hølum á kommunuskrivstovuni á Tvøravegi 37, til fyrverandi avgreiðslubygningin hjá Posta, á Sjógøtu 2, sum hevur munandi betri staðseting, við tíðarhóskandi og góðum møguleikum at avgreiða borgar, gestir og vitjandi á Tvøroyri. 

Vegna minni tørv á avgreiðsluhølum, hevur Posta gjørt av at flyta alt sítt virksemið úr bygninginum á Sjógøtu 2, í nýggja byggningin hjá MTV í Líðini í Trongisvági, har millum annað Rúsdrekkasøla Landsins heldur til.  

Tvøroyrar kommuna er eigari av eystari helvt av bygninginum á Sjógøtu 2, meðan BankNordik eigur vestara hálvuna. Føroya Eftirskúli leigar ovari hæddina í eystari lonini frá Tvøroyrar kommunu.

Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningur, hann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á Tvøroyri. Atkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum. Her er løðistøðir til elbilar, busssteggipláss hjá bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum.