Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðoya Sparikassi hækkar eisini renturnar

Talan er um bæði innláns- og útlánsrentur

Innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 5. desembur 2023.

Broytingarnar eru grundaðar á seinastu rentuhækkingar hjá Evropeiska Miðbankanum og Danska Tjóðbankanum, sum í septembur hækkaðu leiðandi renturnar við 0,25 %-stigum.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.