Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunda og Eiðis kommuna samstarva um bussleið

Sáttmáli undirskrivaður fram til summarið 2028, umframt at Leið 1 er víðkað eisini at fevna um Eiðis kommunu

Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017 og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.

Nú Bussleiðin er boðin út, so eru Sunda kommuna og Eiðis kommuna farnar í samstarv um Leið 1, so at Leið 1 frá 1.mars 2024 kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis. Leið 1 verður framyvir koyrt við tveimum bussum. Koyrt verður út Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá kl 16 til kl 22 allar gerandisdagar í árinum.

Leið 2 kemur at koyra sum áður. Tó so er ferðaætlanin tillagað nakað so hon passar betur við leið 400 hjá SSL úr Tórshavn og norðureftir.

– Vit í Sunda kommunu fegnast um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum við nýggju Leið 1 og Leið 2 leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum, skrivar Sunda kommuna.