Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gera nýggja brúgv um Stórá

Sunda kommuna bjóðar áhugaðum arbeiðstakarum at bjóða upp á arbeiðið at gera nýggja brúgv millum Hvalvík og Streymnes

Sunda kommuna hevur á býráðsfundi tann 28 aug. 2023 samtykt at bjóða arbeiðið, at gera nýggja brúgv um Stórá, millum Hvalvík og Streymnes, út alment.

Sunda kommuna skrivar, at við hesum verður tí, í almennum útboði, bjóða áhugaðum arbeiðstakarum, at geva boð upp á gerð av nýggjari brúgv um Stórá.

– Arbeiðið verður boðið út í høvuðsarbeiðstøku, skrivar kommunan

– Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til Árant Jacobsen á aja@spenn.fo fyri nærri kunning og útflýggjan av útbjóðingartilfari.

Tilboð skal latast til:
Sunda kommunu Oyrarbakkavegur 3 FO-400 Oyrarbakki

Sunda kommuna sigur, at tilboð skulu vera inni í seinasta lagið 19. apríl 2024 klokkan 14.