Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bæði Hørður og Gilli brendu síni brotsspørk – men Hørður vann

Í dag var føroyingauppgerð í donsku steypakappingini, har Hørður Askham og Gilli Rólantsson Sørensen spældu móti hvørjum øðrum. Dysturin mátti avgerast við brotssparkskapping

Dysturin millum AB Gladsaxe og Vejle Boldklub mátti út í longda leiktíð og hareftir brotssparkskapping. Eftir ófantaligt verjuspæl og einans 15 minuttir, legði heimaliðið, AB Gladsaxe, seg á odda. Hetta er liðið hjá Hørði Askham, í triðbestu deildini í Danmark.

Tað var neyvan nakar ivi um hvør var favorittur til hendan dystin. Útiliðið, Vejle Boldklub, er í Superliguni. Hetta er liðið, ið Gilli Rólantsson Sørensen spælur við. Tá einans eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, fingu Vejle eitt mál, sum var eitt sjálvmál frá heimaliðnum. 1-1 var støðan eftir 90 minuttir og longdu leiktíðina.

Oddset Pokalen -Kæmpe overraskelse: AB sendte Vejle ud af pokalen fra pletten
Skuffaður Vejle-leikari. – Myndaeigari: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Dysturin mátti sostatt út í brotssparkskapping, fyri at avgerast. Her vann Vejle 4-3 og ongin av føroyingunum, megnaðu at skora. Teir báðir brendu sínar møguleikar.