Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpið keypt rættindini til 52 nýggjar Mumi-partar

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum public service-stovn at vísa børnum í Føroyum føroyskt tilfar, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í KvF

Flestøll kenna gomlu Mumi-framleiðsluna frá 90unum, sum hevur verið send í sjónvarpinum í mong ár.

Í 2024 kunnu børn í Føroyum hyggja at Mumi í nýggjum hami, tí Kringvarpið hevur fingið rættindini til eina spildurnýggja framleiðslu av væl umtóktu familjurøðini. 

– Tað hevur stóran týdning fyri Kringvarpið at hava góð føroysk tilboð til børnini í Føroyum, tí sum øllum kunnugt vinnur útlendska tilfarið alt meira fram og hevur ávirkan á millum annað málið, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum.

– Sum public service-stovnur hava vit eina skyldu til at gera føroyskt barnatilfar lættari atkomuligt, og nú hava vit eisini ein pall til børnini, nevniliga VIT-appina, sigur hon.

Gomlu figurarnir og søgurnar í nýggjum hami
Eins og eldra røðin er hendan bygd á bøkurnar og teknirøðirnar hjá Tove Jansson um forvitna og hjartagóða Mumitrøllið og familju og vinfólk hansara – eitt nú Lítla Mý, Hemilin, Mumrikur, Snoddi og Stinki. Og sjálvandi eru meira óhugnaligu Hattifnattarnir og Murran eisini við í nýggju framleiðsluni. 

Finska framleiðslufelagið Gutsy Animations hevur framleitt nýggju animeringina av Mumi, og Viaplay eigur rættindini. Tríggjar sesongir eru gjørdar, og tann fjórða er í gerð.

Kringvarpið hevur keypt rættindini til allar fýra sesongir, samanlagt 52 partar.

Mumi er millum best umtóktu barnarøðir í heiminum
Mumi er ikki bara væl dámd í Føroyum. Um allan heimin eru teknirøðir, teknifilmar, fjepparavørur, leikur og enntá tivoli gjørd burtur úr teimum 9 skaldsøgunum hjá Tove Jansson.

Mumirøðin er dýrasta framleiðsla, sum er gjørd í Finnlandi – budgettið var 20 milliónir evrur, ið svarar til smáar 150 milliónir krónur.

Í 2019, tá fyrsta sesong var útgivin, var røðin stroymd 16 milliónir ferðir á finska stroymingpallinum Yle Areena.

Les eisini...  TB vann á B36 í fyrru hálvfinaluni

Mumi tosar føroyskt næsta vetur
Sáttmálin, ið Kringvarpið hevur gjørt við Viaplay, er skipaður soleiðis, at Kringvarpið hevur tíð til at týða og ljóðseta tilfarið, áðrenn rættindini koma í gildi.

Rættindini til fyrstu sesong koma í gildi í desember 2024, og í desember 2025 byrjar rættindatíðarskeiðið fyri aðru sesong o.s.fr. 

Børn í Føroyum kunnu sostatt gleða seg til at síggja, hvat hendir í Mumidalinum í myrku vetrarmánaðunum um eitt gott ár.