Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mjølnir spæla í Niðurlondum í dag

Í dag spælir Mjølnir útidystin í Steengoed Arena Maaseik í Niðurlondum móti Linux. Fyrri dysturin endaði 3-1 til niðurlendska liðið

Tað bleiv til eitt 3-1 tap í settum fyri einari viku síðan, tá Mjølnir, sum fyrsta føroyska liðið, spældi evropeiskan dyst í Challange Cup móti niðurlendska liðnum, Numidia VC Limax Linne. Mjølnir loypti tó hvøkk á gestirnar í fyrsta setti, sum Mjølnir vann 25-11.

Mjølnir vóru eisini væl við í øðrum setti, men eftir eitt niðurlendskt leikbrá, har tosað var við stórum bókstavum, kom niðurlendska liðið fyri seg og vann annað sett 22-25.

Í triðja setti virkaðu gestirnir hava fingið gongd í sítt spæl, og vunnu settið 11-25.

Í dag skal Mjølnir spæla sín seinna dyst móti niðurlendska liðnum.

Livescore kann síggjast á heimasíðuni hjá CEV: https://www.cev.eu/…/chcm-20-numidia-vc-limax-linne-v…/

Mjølnir leggur seinni í dag eina leinkju á teirra Facebook-síðu, har dysturin kann síggjast. Facebook-síðan hjá Mjølnir er her: https://www.facebook.com/mjolnirmk