Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Russland hóttir nú eisini Norra

Russland hóttir við at siga fiskiveiðuavtaluna upp við Norra, um russisk skip ikki sleppa í norskar havnir

Í síðstu viku frættist, at Russland umhugsar at strika fiskiveiðusamstarvið við Føroyar, men nú hóttir Russland eisini at siga fiskiveiðuavtaluna upp við Norra, sleppa russisk skip ikki at verða viðlíkahaldshildin og umvæld í norska havnarbýnum Harstad.

Men tað kemur ikki upp á tal, sambært norskum myndugleikum.

Tað skrivar Maritime Danmark.

Hóttanin móti Norra frá russiskari síðu, kemur samstundis sum Russland hevur hótt at steðga við at innflyta føroyskan fisk, um revsitiltøkini frá í juli í ár standa við, tá landsstýrið avmarkaði russiska atgongd til føroyskar havnir.

Fiskiveiðuavtalan hjá Norra við Russland hevur verið sera lønandi fyri Norra, meðan útflutningurin av fiski úr Føroyum til Russland hevur verið týdningarmikil fyri føroyska búskapin, hóast útflutningurin av frystum fiskavørum úr Føroyum til Russlands er minkaður við yvir 50 prosentum, sambært russiska fiskivinnuumsitingini, Rosrybolovstvo, tey seinastu árini – úr 144.100 tonsum í 2018 til 71.500 tons í 2022.

Formliga sæð er tað ikki russiska stjórnin, sum kemur við hesum hóttanum, men heldur er tað russiska fiskivinnuumsitingin, Rosrybolovstvo.