Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Christian Joensen settur sum avloysari fyri rektaran á Miðnámi á Kambsdali

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektara á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna

Christian Joensen loysir Honnu Jensen, rektara, av, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025.

Síðan Hanna Jensen, rektari, fór aftur í Løgtingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið.

Men nú er greitt, at Christian Joensen er settur av vera avloysari fyri Honnu Jensen. Hann tekur við starvinum tann 15. november.

Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur millum annað eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring, skrivar miðnámsskúlin á Kambsdali á heimasíðu sínari.

Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele, hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu seks árini – nú í støddfrøði og alisfrøði.

Umframt vanliga undirvísing, so hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum á Kambsdali.